• Enskt
Uppgávur og ábyrgd

Sjóvinnustýrið umsitur og hevur ábyrgd av føroyska regluverkinum, sum ásetur krøv til skip og bátar, skrásettir í føroysku báta- og skipaskrásetingunum. Føroyska regluverkið fevnir um altjóða krøv til skip og bátar, umframt serlig føroysk krøv. Stovnurin leggur áherðslu á at fylgja við í broytingunum í altjóða krøvum og at innføra hesi og serlig føroysk krøv í føroyska regluverkið. Regluverkið verður kunngjørt á regluportalinum

Sjóvinnustýrið hevur eisini ein samskipandi leiklut mótvegis øðrum almennum stovnum og áhugabólkum soleiðis, at hesi verða kunnaði um virksemið, sum fer fram í altjóða felagsskapinum IMO.

Sjóvinnustýrið . Sigmundargøta 13 . P.O. Box 1178 . 110 Torshavn . Faroe islands . Tel +298 35 15 00 . Fax +298 35 15 05
Sjóvinnustýrið . Inni á Støð 22 . P.O. Box 26 . 375 Miðvágur . Faroe Islands . Tel +298 35 56 00 . Fax +298 35 56 01